Seks fólk eru farin á eitt skeið, ið hevur til endamáls at menna leiðsluhátt teirra.
Orsakirnar til, at tey eru farin á skeiðið, eru ymiskar, og nógv er at missa hjá fleiri teirra, verður skeiðið ikki lokið við nøktandi úrsliti.
Skeiðið, ið verður hildið á eini oyggj í Føroyum, verður fyriskipað av tveimum monnum,
ið ikki hava neyðugu menniskjansligu eginleikarnar og førleikarnar at stíla fyri slíkum skeiði.
Leiðararnir seta tískil ótilvitað eina process í gongd, sum teir síðani missa tamarhaldið á.
Jón Thorsteinsson hevur týtt leikin
Leikstjóri: Egi Dam
Anmeldt i Bylgjan 2007-03-15.
Tverranmeldt av meg.